Steypafinaluóskil: Neistin kært fyri ólógligan spælara

Steypafinalan hjá kvinnum hongur í leysari luft, tí Neistin hevur brúkt ólógligan spælara

Steypafinalan hjá kvinnum hongur í leysari luft, tí Neistin hevur brúkt ólógligan spælara. Tað er umsitingin hjá Hondbóltssambandinum, sum tikið málið upp, eftir at tað kom fram, at ein spælari hjá Neistanum ikki hevði neyðuga undantaksloyvið.

 

Talan er um báðar hálvfinalurnar í steypakappingini móti VÍF, og móti Kyndli í landskappingini.

 

- Ja, eg kann váttað, at vit í VÍF hava fingið eitt skriv frá hondbóltssambandinum, sum hevur tikið umtalaða málið upp. Hetta er nýtt fyri okkum, og meðan málið koyrir, so havi eg onga viðmerking, sigur Áki Olsen, formaður í VÍF.

 

Spurningurin er nú hvat verður gjørt næst, tí steypafinalan stendur til at verða leygardagin.