Steypafinalistur við Neistanum og Kyndli

Julian Johansen er venjari hjá neistakvinnum, og spælari hjá kyndlamonnum. Í gjár hava bæði liðini hjá vunnið seg í steypafinaluna í hondbólti

- Hetta hevur verið eitt langt vikuskiftið og nú eri eg móður, sigur Julian Johansen, sum hevur verið partur av ikki færri enn fýra hálvfinalum um vikuskiftið.

 

Fríggjakvøldið spældi hann saman við Kyndli fyrru hálvfinaluna móti H71 í høllini á Hálsi. Morgunin eftir varð farið til Vágs við neistakvinnunum, sum seinnu um kvøldið vunnu við átta málum móti VB í fyrru hálvfinaluni hjá kvinnum.

 

Í gjár var hann so partur av báðum hálvfinalunum í høllini á Hálsi. Fyrst stóð hann á odda fyri Neistaliðnum, sum vann við einum máli móti VB. Síðani spældi hann við Kyndli móti H71 í dramatisku og spennandi hálvfinaluni, Kyndil vann samanlagt.

 

Julian Johansen skal sosatt verða venjari hjá Neistanum og spælari hjá Kyndli, tá steypafinalurnar verða í høllini á Hálsi komandi vikuskiftið.

 

Les alla samrøðuna og alt um dramatisku hálvfinaluna í Ítróttarsosialinum, sum kemur á gøturnar í dag.