Seinnu hálvfinalurnar hjá kvinnum verða í dag. Á Argjum tekur AB ímóti KÍ, sum vann heili 4-0 í fyrru hálvfinaluni, meðan Víkingur fær vitjan av B36, sum vann fyrru hálvfinaluna 2-0.
KÍ hevur verið einaráðandi í landskappingini síðani aldarskiftið, men í steypakappingini hevur tað eydnast avbjóðarum at koppa KÍ liðnum. Seinast liðið, sum megnaði tað var AB í 2009. Og tað er júst AB, sum KÍ spæla spæla ímóti í dag.
KÍ vann fyrru hálvfinaluna í Klaksvík heili 4-0, og tí er sannlíkt at KÍ verður annað liðið í finaluni. KÍ er í løtuni tvífaldur steypavinnari.
Í hinari hálvfinlauni er munurin minni frá fyrra dystinum. B36 vann fyrru hálvfinaluna 2-0 í Gundadali. Seinna málið kom ikki fyrr enn í seinastu sekundinum í dystinum, og kann fáa avgerandi týdning fyri hvør kemur í finaluna.
Sjálv steypafinalan verður 25. august.
Hálvfinalur steypakapping í kvøld:
Víkingur (0) (2) B36: Klokkan 19:00
AB (0) (4) KÍ: Klokkan 19:30