Steypafinalan verður á ólavsøku

Fótbóltssambandið hevur gjørt avtalu við havnarfeløgini um, at steypafinalan 2009 verður spæld á ólavsøku

Fótbóltur

 

Eftir at finaludysturin tey bæði seinastu árini hevur verið spældur á heysti, verður talan í 2009 aftur um ólavsøkufinalu.

Orsøkirnar til hetta eru tvinnar, sigur Sveinur Tróndarson, formaður í kappingarnevndini hjá FSF.

- Í fyrsta lagi verður kappingin í ár skipað soleiðis, at summarfrítíðin er frá seinast í juni til á leið 20. juli.

- Harnæst hevur UEFA eisini broytt sínar kappingardagar, soleiðis at seinna undankappingarumfar er liðugt longu 22. juli.

- Hetta ber við sær, at tað havnarfeløgini, sum jú eiga rættin at spæla í Gundadali á ólavsøku, neyvan hava nakran sum helst møguleika at spæla nakran steypadyst á ólavsøku. Vit hava tí havt fund við feløgini, og við teirra samtykki er nú greitt, at ólavsøkan aftur verður karmur um steypafinaluna, sigur Sveinur Tróndarson.

- Hendir tað so, at eitt føroyskt lið hevur spælt seg víðari til 3. umfarið í europiskum høpi, samstundis sum liðið skal spæla finalu á ólavsøku, standa vit sjálvandi við einum trupulleika. Men tá vildi eg sagt, at hetta er ein av tí heilt positiva slagnum, og so mugu vit taka støðu til hetta til ta tíð, sigur Sveinur Tróndarson.