Steypafinalan í vanda

EB/Streymur og Víkingur vilja ikki finna seg í, at HB og B36 skulu fara við stórum parti av inntøkunum av steypafinaluni. Avleiðingin av hesum kann vera, at feløgini nokta at spæla finaluna í Havn á ólavsøku

Hóast eingin av formonnunum ynskir at siga tað stóra, ljóðar tað fyri vist, at EB/Streymur og Víkingur eru ógvuliga ónøgd við býtið av inntøkum, steypafinaludysturin kastar av sær.

Orsøkin sigst vera ein avtala, ið Fótbóltssambandi hevur gjørt við HB og B36, sum eisini skulu hava sín part av inntøkunum av dystinum. Sum greitt verður frá aðrastaðni her á síðunum, hava havnarfeløgini havt sum siðvenju at spæla dyst á ólavsøku, men sum tað eisini stendur skrivað, hevur hesin dysturin flutt seg frá at vera stórdystur til ein týdningarleysan venjingardyst.

Ein venjingardystur, sum helst hevði verið av ongum í ár, tí landskappingarskráin snøgt sagt ikki rúmar hesum. Kortini hevur Fótbóltssambandið gjørt eina avtalu við HB og B36, sum sigur tryggjar teimum helvtina av inntøkunum av steypafinaluni.

Við øðrum orðum skulu finaluliðini býta inntøkurnar av steypafinaluni við tvey feløg, sum als ikki eru partur av henni. Tað eru tó HB og B36, sum leggja vøll til finaluna, og tískil er tað ikki órímiligt, at tey fáa eina upphædd fyri lán av vøllinum, men sum skilst kunnu EB/Streymur og Víkingur ikki góðtaka, at HB og B36 skulu fara avstað við helminginum av inntøkunum.

Ónøgdin sigst vera so stór, at um EB/Streymur og Víkingur ikki fáa størri part av pengakøkuni, sum stendur eftir eftir steypafinaluna, sýta tey fyri at spæla steypafinaluna í Havn á ólavsøku.