Tað var leygardagin 21. september, at HB vann steypafinaluna ímóti Víkingi 3-1. Hetta var fyrsti finalusigurin hjá HB í kappingini um løgmanssteypið síðani 2004.
Finalan í ár var seinni, enn hon ofta hevur verið. Í 2010 og 2011 vóru finalurnar í Klaksvík á Summarfestivalinum, sum var fyrsta vikuskiftið í august. Síðani tá hava allar finalurnar verið síðst í august uttan í ár, tá ið hon var 21. september.
Í uppskotinum um skrá, sum FSF hevur sent feløgunum at ummæla, er lagt upp til, at finalan um løgmanssteypið verður leygardagin 29. august.
Fyrsta umfar í steypakappingini verður sunnudagin 26. apríl, fjórðingsfinalurnar vera mikudagin 6. mai og hálvfinalurnar vera hósdagin 21. mai, sum er Kristi himmalsferðardagur og mikudagin 17. juni.











