– Hetta er fantastiskt! Tað er fyrsti sigurin síðani steypafinaluna, men tað vísur bara hvussu fast tað tekur at tapa eina slíka finalu, og nústaðni eru vit omaná aftur, sigur Heðin Askham. Eitt annað, sum B36 upplivdi fyri fyrstu ferð í langa tíð í gjár, var at hava ein veruligan áleypara. – Sam Malson er ein sera fittur og positivur drongur, sum vísur góðan hugburð. Hann hevur góðan teknikk, gott skot og er skjótur. Í roynd og veru ein øgiliga liðugt mentur áleypari, metir Heðin Askham um bretan, sum spældi ein góðan dyst í gjár.