Lítil ivi er um, at tað eru HB, ið eru favorittar til at vinna finaluna, tí liðið er greitt á odda í landskappingini hjá unglingunum. Havnarliðið hevur vunnið allar dystirnar uttan tann eina, tá ið tað eydnaðist NSÍ at vinna 2-1. Tvær ferðir í ár hava Skála og HB hitst í landskappingini, og báðar ferðir hevur HB verið við yvirlutan. Í Havn vann heimaliðið ein greiðan sigur, og á Skála vann HB 6-2, men her var munurin ikki so stórur, sum tølini annars kundu bent á.
Bæði liðini hava fleiri leikarar, ið til dagligt eisini eru í 1. liðshópinum hjá sínum feløgum, so tað skuldi boða frá góðum.
Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19.00, og dómari verður Dagfinn Olsen úr NSÍ. Linjuverjarar verða Dan Højgaard og Jákup Martin Kjeld, báðir úr NSÍ, og fjórði dómari verður Rúni Gaardbo úr B68.