- Fult umfar átti at verið leygardagin, og so áttu øll liðini at spælt aftur týskvøldið, og so kundu HB og B36 spælt steypafinalu leygarkvøld. Hetta sigur Pauli Poulsen, høvuðsvenjari hjá 07 Vestur, ið ikki sigur seg skilja hví tað skal ganga út yvir 07 Vestur, at HB og B36 skulu spæla eina steypafinalu.
Pauli Poulsen staðfestir annars um dystin ímóti HB í kvøld, at HB er greitt tað besta liðið í Betrideildini, og tí var málsetningurin hjá heimaliðnum torførur í kvøld, tá HB eisini vann 4-1 á 07 Vestur.
TRÝST á PÍLIN undir SAVNSMYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á FM1 við Paula Poulsen aftaná 07 Vestur hevði tapt 1-4 ímóti HB á Dungasandi í Sørvági fyrr í kvøld.
Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen av teimum fimm málunum, og samrøðan Hilmar Jan gjørdi við Magnus Egilsson hjá HB hoyrast HER