Finalurnar í Faxe Kondi-kappingini:
VÍF - H71 Leygardagin klokkan 13.30 (beinleiðis á FM1)
H71 - Kyndil (menn) Leygardagin klokkan 16.00 (beinleiðis á FM1)
Leygardagin bresta VÍF og H71 saman í ársins steypafinalu hjá kvinnum.
Seinast at landsliðið var savnað, til venjingardystirnar í Íslandi í november, vóru føroysku málverjarnir Fríða Petersen og Annika Fríðheim Petersen. Tær umboða ávikavist VÍF og H71, og byrja óivað á vøllinum í steypafinaluni leygardagin.
Fara vit eitt ár aftur, vóru málverjarnir á føroyska landsliðnum Raghnild á Heygum og Viviann Petersen. Báðar umboðaðu VÍF, men hava ikki spælt í ár vegna barnsburð.
Í finaluni leygardagin er møguleiki fyri at Viviann Petersen kann vera til reiðar at hjálpa til í VÍF-málinum. Tað váttar John Larsen, VÍF-venjari fyri in.fo.
##med2##
-Viviann hevur vant við í tríggjar vikur eftir at hon hevur verið í barsil. Men um hon verður við, fái eg ikki sagt enn, sigur venjarin
- Vit hava longu tveir framúr góðar málverjar, heldur venjarin fram, og sipar til Fríðu Petersen og Rebekku Joensen, sum hava vart VÍF-málið hetta kappingarárið.
John Larsen greiðir frá, at møguleikin er fyri, at hann fer at skriva tríggjar málverjar á dómaraseðilin, og tá verður Viviann Petersen við í hópinum.
Ímóti kappingarenda í landskappingini tykist lítil ivi vera um, at Viviann Petersen fer at fáa ein leiklut.
- Spælir hon ikki leygardagin, spælir hon næstu ferð, sigur John Larsen.
Viviann Petersen var ikki við, tá ið VÍF vann Faxe Kondi-kappingina í 2018. Tá spældi hon í íslendska Selfossi. Hon kom aftur til Føroya og VÍF áðrenn kappingarárið í fjør. Tá gjørdist tað til silvur í bæði steypa- og landskapping.
Í Vikuskiftissosialurin hesaferð verður prátað vil John Larsen, Einar Jónsson og Høgna Klein, sum allir eru í steypafinaluni í sínum fyrsta kappingarári sum høvuðsvenjari.












