Steypafinala í juni

Longu undan byrjan av Formula-kappingini eru bert fýra lið eftir í kappingini um Løgmanssteypið. Og helst verður steypavinnaran funnin undan summarsteðginum

Fótbóltur

 

29. mars verður farið undir fótbóltslandskappingina, men tvær vikur undan hesum verður sjøtul settur á kappingina um Løgmanssteypið.

16. mars spælir A-landsliðið venjingardyst á útivølli móti Íslandi, men samstundis eru fyrstu dystirnir innleiðandi dystirnir í kappingini um Løgmanssteypið á skránni. Og 20. mars, sum er skírisdagur, koma Formula-liðini eisini í pottin, tá næsta innleiðandi umfarið skal spælast.

Tætt verður millum dystirnar, tí longu 2. páskadag – 24. mars – eru fjórðingsfinalurnar á skránni, soleiðis at tey fýra seinastu liðini í kappingini eru funnin, longu áðrenn farið verður undir sjálva landskappingina.

 

Neyvan á ólavsøku

Enn er ikki greitt, nær sjálv finalan verður spæld. FSF hevur í fleiri ár roynt at havt hesa um ólavsøkuna, men soleiðis verður neyvan í ár.

- Soleiðis sum dystarskráin til altjóða uppgávurnar hjá feløgunum sær út, verður helst vónleyst at spæla finaluna á ólavsøku. Endaliga ásetingin er ikki gjørd enn, men tað verður helst so, at finalan verður spæld undan summarsteðginum. Ikki minst tí hetta eisini er ljósasta tíðin á árinum, sigur Karl Vidtfeldt, formaður í Kappingarnevndini hjá FSF.

Og tað verður lagt upp til, at talan verður um sannan finaludag.

- Tað, sum nú liggur í kortunum, er, at finalan um løgmanssteypið verður spæld ein leygardag. Samstundis ætla vit at hava finaluna um FSF-steypið hjá kvinnum, soleiðis at talan verður um ein stóran finaludag fyri føroyskan fótbólt, sigur Karl Vidtfeldt.