Brann Bergen er úti av norsku steypakappingini, eftir at liðið í kvøld tapti 1-0 fyri Mjøndalen. Gilli Rólantsson Sørensen kom inn í hálvleikinum, men megnaði ikki at venda gongdini, eftir at Mjøndalen hevði lagt seg á odda í fyrra hálvleiki.
Viljormur Davidsen og Vejle BK eru saman við Fremad Amager, sum hevur Finn Justinussen og Heina Vatnsdal í hópinum, víðari í donsku steypakappingini. Ongin føroyingur var á vøllinum.
Fyri Vejle BK var talan um lættan dyst móti Allesø GF. Bara ein av vanligu startarunum var við frá byrjan, tá Vejle vann 3-0. Sostatt er Viljormur Davidsen millum næstan tíggju spælarar, sum fingu hvíld í dag.
Fremad Amager vann 5-0 á útivølli móti Avarta. Finnur Justinussen hevur ein snudd í lærkrikanum og venur ikki í hesu vikuni. Eisini eru gleðilig tíðindini frá Heina Vatnsdal. Hann hevur verið undir skurð og verður vónandi klárur um mánaðarskiftið.










