Hetta vikuskifti er lagt upp til tvey lívlig tiltøk í Rex, og verður tað saman við Føroya besta dansibólki Showmonnum. Fríggjakvøldið hevur ein møguleika, at framføra sítt yndislag saman við James, Kim, Jens Marna og Johannesi. Við øðrum orðum, so er talan um eitt karaoke kvøld við livandi tónleiki. Hetta kvøldið verður mikrofonin latin vitjandi gestunum í Rex, og so er bara at velja eitt gott lag, syngja við og hugna sær á pallinum saman við góðum tónleikarum.
Leygarkvøldið eru Showmenn aftur á pallinum, men tá sleppa teir at stýra tónleikinum sum vant. Hetta kvøldið bjóðar Rex til steypadans av tí at hondbóltsfinalan verður spæld fyrr á degnum, og eru tað VÍF og STÌF sum dystast.