Steyp og handan av fótbóltsvølli

Um vikuskiftið verður Sundalagsstevnan í Hvalvík. Er tað nakað sum savnar fólkið í økinum man tað vera fótbóltsfelagið EB/Streymur.

Hetta felagið fer eisini at gera vart við seg um vikuskiftið - bæði á vølli og uttanfyri vøllin.

Í fyrsta lagi er talan um ein dyst í Formula-kappingini leygarkvøldið. Tá hittast tvey lið í hvør sínum enda á stigatalvuni - EB/Streymur og KÍ.

Umframt tey trý stigini sum standa uppá spæl í dystinum, verður eisini spælt um eitt steyp til ognar.

Sunnudagin kl. 15, tá dystir vanliga verða leiktir, verður eingin dystur. Hinvegin fer ein hending fram á vøllinum, sum fer at verða fótbóltinum at gagni í framtíðini.

Tá fer nevniliga borgarstjórin, Heðin Zachariasen at handa fótbóltsfelagnum nýggja felagshúsið við vøllin,

Í hesum sambandi fer hann sjálvur og Asbjørn Djurhuus, formaður í trivnaðarnevndini í Sunda kommunu at halda røðu.

Hetta tiltakið endar kl. 18.