Stewies Loveranch byrja Futt í Býin

Tað verður ungi bólkurin úr Havn, Stewies Loveranch, ið seta hol á Futt í Býin skránna 27. juli Enn er ikki heilt greitt, hvør setur tiltakið Futt í Býin í Havn tann 27. juli klokkan 20, men greitt er, at tað verður Stewies Loveranch, ið byrjar tónleikaligu skránna.

Teir hava spælt saman í ca. eitt ár, undir navninum ?A-55?,

men hava fyri stuttum fingið nýtt navn, og eita nú Stewies Loveranch. Frontmaður er navnframi Ragnar Finsson.

Tónleikurin er eitt sindur punkutur og pop/rockur.

Teir spæla mest egin løg, men fara kanska at taka okkurt gott cover lag á konsertini Futt í býin 2009.

Stewies Loveranch eru:

Ragnar Finsson, Sang og Guitar.

Árni Jóhannesarson, kór og guitar.

Jóan Pauli Magnussen, bass.

Jósvá Debess, trummur.