Sum partur av skránni fyri sundalagsstevnu, sum verður um vikuskiftið, verður eitt stevnuteiti framført í Bygdahúsinum í Kollafirði.
Framførslan av stevnuteitinum verður leygardagin klokkan 16 og sunnudagin klokkan 19, og her verður óivað nógv ymiskt skemtiligt at síggja og hoyra.
Er tað nakað, sum kollfirðingar eru serliga kendir fyri, man tað vera at taka til og skemta.
So, her er ivaleyst nógv gott - og skemtiligt - í væntu.
Eitt annað tiltak, sum eisini er partur av skránni fyri sundalagsstevnu, er eitt hugnakvøld 30 (pluss), sum verður á verkstaðnum hjá Karstini.
Á hugnakvøldinum verður felagssangur, tónleikaframførslur, skemt, gamlir stevnuteitis-slagarar, dansibandstónleikur, kaffi/ te, køkur og søla av øli og øðrum, sum Cafe Chill tekur sær av.
- Vit rokna við, at stevnuteitið og hugnakvøldið fara at savna nógv fólk, siga fyriskipararnir av sundalagsstevnu í Kollafirði.