Stevnutalið ikki broytt

Umframt reglurnar við mátunum á bátum og framløgu av roknskapi, var eitt annað mál á skránni á aðalfundinum hjá RSF

 

Aðalfundur


Tað var kappróðrarfelagið hjá NSÍ, sum legði fram uppskot um at økja talið av FM róðrum. Hetta skuldi ætlandi gerast soleiðis, at varmakelda og eystanstevna skuldu telja við á hvørjum ári, ístaðin fyri sum nú, har stær upp á skift telja við í FM-róðrinum.


Útsett í eitt ár

Av tí at tíðin til at viðgera málið hevði verið heldru knøpp, gjørdi nevndin av at leggja fram annað uppskot, har samtykkjast skuldi, at støða skal takast til málið í heyst.

Orsøkin til hetta er fyrst og fremst, at sambandið millum róðrafólki og nevndini ikki er tað mesta nú, og nevndin vildi fegin, at íðkararnir verða spurdir eftir, áðrenn slíkar broytingar verða gjørdar.

Vandin við hesum er, at stevnurnar verða ov tættar, og at róðrafólkið tískil ikki fær neyðugu venjingina ímillum róðrarnar, tí bæði undan og eftir stevnur er jú vanligt, at meira tíð verður nýtt at hvíla í.

Eisini varð tosað um á fundinum, um mark skuldi setast á bygdastevnur, har róður er partur av tiltakinum, men enn verður so ikki gjørt nakað ítøkjuligt við hetta málið.