Stevnusigur í Streymnesi

EB/Streymur átti fyrsta tíman í Streymnesi leygardagin og KÍ seinasta hálva. Serliga í fyrra hálvleiki var EB/Streymur flúgvandi, meðan klaksvíkingar stríddust til fánýtis í seinna hálvleiki

FÓTBÓLTUR

 

Besti og higartil ringasti hálvleikirnir hjá EB/Streymi í ár. Tað vóru flestu av heimaáskoðarunum samdir um eftir stevnudystin leygardagin. Klaksvíkingar hugsa nokk ikki so nógv um spæli í løtuni. Hjá teimum er tað fyrst og fremst stigini sum telja, men hesi fingu teir heldur ikki leygardagin. Og uttan stig og við vánaligum spæli stóran part av dystinum sær tað ikki gott út hjá klaksvíkingum. Hinvegin eru glottar at hóma. Serliga einar tjúgu minuttir miðskeiðis í seinna hálvleiki sá tað veruliga gott út hjá KÍ. Men tá tú ikki rakar málið byrjar tað at blíva trupult, og tað er tað blivið til hjá klaksvíkingum. Høvdu klaksvíkingar havt fleiri løtur sum hasar frálíka góðu 20 minuttirnar í seinna hálvleiki, so høvdu teir ikki ligið har, teir liggja í løtuni.

EB/Streymur tykist hinvegin at hava funnið stevið so nøkulunda aftur, men bara nøkulunda. Í fyrra hálvleiki minti spælið til tíðir um góðu løturnar í fjør, men sum oddalið er tað ikki nøktandi, at teir lata seg detta so langt aftur á vøllin og koma undir so ógvusligt trýst av einum botnliði, sum KÍ er í løtuni.

 

Skaddur spælari skoraði

Í hálvfinaludystinum móti Skála farna mikudag, spældi EB/Streymur við eini øðrvísi skipan, enn teir hava gjørt higartil í ár. Útgangsstøði er helst tað sama sum áður, men við Arnbjørn T. Hansen aftur á liðnum líkist skipanin ofta meiri enn eini 4-4-2, har kollfirðingurin er fremsti maðurin við Hans Paula Samuelsen beint aftanfyri seg, heldur enn eini 4-5-1, sum annars hevur verið skipanin, ið liðið hevur brúkt mest.

Hetta sær út til at rigga frálíka væl, tí tá bara 20 minuttir vóru spældir førdu sundalagsmenn 2-0.

Arnbjørn T. Hansen , sum spældi sín fyrsta landskappingardyst síðsta sunnudag, varð borin av vøllinum, tá eitt korter var farið. Løtu seinni kom hann haltandi innaftur á vøllin. Og tá man hevur trupulleikar við beininum, er gott at duga at brúka høvdið, tí tá tjúgu minuttir vóru spældir legði Símun Eliasen ein frálíka góðan bólt inn í feltið, har skaddi kollfirðingurin stútaði bóltin í netið, og lat seg síðani skifta út.

Fáar minuttir seinni økti John Heri Dam um leiðsluna. Hans Pauli Samuelsen rak eitt sindur frameftir vøllinum, spældi John Hera leysan úti í vinstru. Vinkulin gjørdist rættiliga spískur, so øll væntaðu eitt innlegg, men havnarmaðurin í Sundalagnum høgdi til so bólturin brast í handaru stong áðrenn netmeskarnir handan Meinhard Joensen blaktraðu.

 

KÍ trýsti

2-0 gjørdist eisini hálvleiksstøðan og EB/Streymur tóktist at hava fult tamarhald á støðuni. Men í seinna hálvleiki kom týðuliga til sjóndar, at klaksvíkingar ikki vildu hava vánaliga avrikið frá fyrra hálvleiki sitandi á sær. Teir reistust, stríddust og kempaðu fyri at fáa mál og stig men til fánýtis. Serliga einar tjúgu minuttir í seinna hálvleiki trýstu teir EB/Streym øgiligt, men hvørki skotið frá Erling Fles, stútarin frá Paul Clapson ella frísparksroyndin frá Heðin á Lakjuni slapp framvið René Tórgarð.

Móti dystarenda tóktist luftin fara úr ballónini, trýstið á EB/Streym var ikki eins stórt, men tá bragdaði umsíðir hjá KÍ. Innskifti Leon Bjartalíð setti bóltin í netið eftir eina frísparksstøðu, men málið fekk bara kosmetiskan týdning, tí lítla løtu seinni bríkslaði Jens Petur Brattalíð dystin av.

 

Týdningarmikil sigur

Hjá EB/Streymi merkir sigurin, at teir í kapprenningini hava yvirhálað B36 og fylgjast við NSÍ í kappingini um fremsta plássið. Og havandi í huga teir báðar næstu dystirnar hjá EB/Streymi, er sigurin ikki minni týdningarmikil, tí komandi sunnudag eitur uppgávan hjá felagsliðnum B36 í Gundadali, og aftaná gongur leiðin til Runavíkar.

KÍ hevur nú tapt tveir dystir á rað. Teir liggja framvegis omanfyri niðurflytingarmarkið, men nú eru bert tvey stig, sum skilja KÍ og AB. Teirra næsta avbjóðing er longu mikukvøldið, tá HB vitjar í Djúpumýru, og Norðlýsið hevur longu nú so staðfest, at tá verður talan um ein kreppukendan klassikara.