Stevnurnar við FM-kappróðri lagdar

Kappróður: Greitt er nær summarstevnunarnar við FM-kappróðri verða

KAPPRÓÐUR: Róðrarsambandið hevur saman við stevnufyrireikarunum lagt FM-stevnurnar fyri 1998.

Sum vanligt verður lagt til brots á norðoyastevnu í Klaksvík, og komandi ár verður norðoyastenvan eitt sindur seinni enn í ár. Hon verður frá 5. til 7. juni og kappróðurin er sum vant leygadagin 6. juni.

Síðani verður FM-róður á Eystanstevnu á Skálafjørðinum 13. juni, so á sundalagsstevnu í Hvalvík 20. juni, á jóansøku í Vági 27. juni, á vestanstevnu í Miðvági 11. juli og seinast róðurin verður á ólavsøku 28. juli.

Tilsamans eru seks FM-róðrar, og tað er tað sama, sum tað vanliga er.