Stevnurnar ongan góðan

Eingin hugsar um stevnurnar, tá stór tiltøk verða fyriskipað, og tí kunnu tær skjótt fara í søgubøkurnar

Jan Herman Hansen, formaður í Róðrarsambandinum, heldur, at stevnurnar eru við at fara fyri skeyti, tí ð verða alt ov lítil atlit tikin til stevnurnar, tá onnur stór tiltøk verða skipað kring landið.

 

Eitt nú heldur Jan Herman, at tónleikatiltakið, Voxbotn, næstan hevur forkomið jóansøkuni. Hóast hann ikki vil geva harraboð til Tórshavnar Kommunu, so heldur hann, at siðvenjan kring jóansøkuna átti at verið havd í huga, áðrenn Tórshavnar Kommuna gav loyvi til at halda Voxbotn júst hendan dagin.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra tað, sum Jan Herman Hansen segði við Rás2 fyrr í dag.