Stevnurnar missa áhuga

Tað hevur verið stak friðarligt á jóansøku, men tað tykist eisini, sum stevnurnar missa áhuga millum fólk.

Tað hevur verið stak friðarligt á jóansøku, men tað tykist eisini, sum stevnurnar missa áhuga millum fólk.

 

Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at jóansøkan hevur verið stak friðarlig.

 

- Men eg haldi, at tað tykist sum tær traditionellu stevnurnar missa áhuga millum fólk. Tað eru jú so nógv tiltøk hvørt einasta vikuskifti, og eg haldi, at ungdómurin fer har, sum hann væntar, at flest aðrir ungdómar fara, sigur vakthavandi.

 

Hann heldur, at fólk flest fara av traditionellu stevnunum aftur, tá kappróðurin er av.

 

- Tað er hvørt einasta vikuskifti, at fleiri tiltøk eru. Tað er ikki sum fyrr, tá tær gomlu stevnurnar vóru einastu tiltøkini, sum vóru, sigur vakthavandi.

 

Jú, tíðirnar broytast.