Summarfestivalurin, Sjómannadagurin og Norðoyastevnan eru góðir dagar hjá klaksvíkingum flestum, bara ikki hjá besta mansliðnum hjá KÍ.
Í kvøld tapti 1. deildarliðið hjá KÍ greitt 2-4 ímóti eykaliðnum hjá Vìkingi á heimavølli. Støðan í hálvleikinum var 0-3, og eitt skiftið var Víkingur á odda 4-0.
Sigast skal tó, at Finnur Justinussen var við á eykaliðnum hjá Vìkingi, og hann gjørdi veruligan mun við tveimum málum í kvøld.
Í fyrra hálvleiki skoraði Víkingur trý mál uppá fimm minuttir. Dánjal Pauli Lervig legði Víking á odda, tá 27 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Ein minutt seinni økti Kaj Leo í Bartalstovu til 2-0, og fýra minuttir seinni skoraði Finnur Justinussen til 3-0. Finnur Justinussen økti til 4-0, tá 12 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.
Steffan Kalsø fekk tó bjargað eitt sindur av æruni hjá KÌ við tveimum málum í seinna hálvleiki, so tapið gjørdist 2-4. Sera javnt er millum KÍ, 07 Vestur og TB í oddinum.
Støðan :
1 KÍ 16 9 4 3 36 16 20 31
2 07 Vestur 16 8 6 2 35 18 17 30
3 TB 16 9 2 5 36 20 16 29
4 Víkingur 16 7 4 5 27 23 4 25
5 HB 16 8 1 7 29 36 -7 25
6 EB/Streymur 16 6 5 5 28 24 4 23
7 AB 15 6 1 8 22 34 -12 19
8 NSÍ 15 4 6 5 22 26 -4 18
-----------------------------
9 FC Hoyvík 15 3 5 7 18 27 -9 14
10 B68 15 0 2 13 9 38 -29 2