Stevnudagurin hilnaðist ikki væl hjá NSÍ ítróttinum.
Í hálvleikinum í uppgerðini millum NSÍ og EB/Streym var fagnaður, tí 5-mannafarið Tjaldrið og dreingjamanningin kom framvið við Løkin. Fagnaðurin var har, men hann var ikki so stórur, sum hann ivaleyst hevði verið, um tað eisini hevði eydnast Eysturoyingi at vunnið í Kollafirði.
Í kvøld hevur NSÍ tapt 2-1 í stevnudystinum við Løkin. EB/Streymur hevði framt fleiri broytingar í uppstillingini, og meistararnir vóru leingi ógvuliga grammir.
Eftir ein hálvan tíma legði Hans Pauli Samuelsen EB/Streym framum eftir fríspæling frá Arnbjørn Hansen, og í 57. minutti økti Bárður Olsen, eftir at NSÍ hevði mist í uppspælinum.
Í yvirtíðini minkaði Óli Hansen um munin við brotssparki. Men hóast NSÍ spenti álopsbogan høgt, so eydnaðist tað ikki at vinna stig, og harvið eru fyritreytirnar fyri góðum stevnuhýri í Runavík ikki so góðar, sum tær ivaleyst kendust vera undan vikuskiftinum.
NSÍ-EB/Streymur 1-2 (0-1)
Dómari: Petur Reinert
0-1: Hans Pauli Samuelsen 30.
0-2: Bárður Olsen 57.
1-2: Óli Hansen 90.
NSÍ: Meinhard Joensen - Jústinus R. Hansen (Jens Joensen, 85.), Óli Hansen, Johan Troest Davidsen, Einar T. Hansen - Jan Martin Mortensen (Klæmint A. Olsen, 46.), Høgni Madsen, Bogi Løkin, Jan Ingi Petersen (Øssur Dalbúð, 80.) Hjalgrím Elttør - Karoly Potemkin
Gult kort: Høgni Madsen
EB/Streymur: Gunnar á Steig - Levi Hanssen, Sorin Anghel, Dánjal Davidsen, Leif Niclasen - Gudmund Nielsen (Pætur Dam Jacobsen, 72.), Marni Djurhuus (Pauli G. Hansen, 20.), Bárður Olsen, Brian Olsen (Alex Dos Santos, 72.), Hans Pauli Samuelsen - Arnbjørn Hansen
Gult kort: Bárður Olsen, Arnbjørn Hansen