Upptakt
Tað er ikki sørt, at spenningurin í samansetta felagnum er stórur, nú teir rigga til stevnudyst móti HB. Bæði tí talan er um sanna styrkisroynd móti í løtuni sterkasta liðnum í landinum, men so avgjørt eisini, tí EB/Streymur vil sleppa at vaska stórtapið frá undanfarna vikuskifti av sær.
Tann dystin spældu teir blá/svørtu upp til sítt besta fyrstu trý korterini, og megna teir at leingja tað løtuna hesaferð, so er einki at ivast í, at teir vera sera truplir hjá HB at syfta.
Tað er tó ein vansi, at pólendingurin, Andrzej Pacek, neyvan verður tøkur til dystin móti HB. Stinni verjuleikarin fekk ein snudd í beinið fyri tveimum vikum síðani, og skaðin bara versnaði, tá hann so eisini spældi við seinsta vikuskiftið.
Annars verður roknað við, at allir mans eru tøkir hjá Trygva Mortensen, sum soleiðis ikki er noyddur at gera tær heilt stóru broytingarnar.
16 á rað
Tað verður venjarin hjá HB, Ion Geolgau, neyvan heldur noyddur at gera.
Verður sæð burtur frá teimum báðum, Halli Danielsen og Una Arge, sum báðir hava verið skaddir í eina tíð, so hevur HB somu mans tøkar, sum vóru við á Skála. Eisini Jón Róa Jacobsen, sum annars hevur havt onkran minni skaða at dragast við.
Og tað er neyvan orsøk at vænta, at venjarin fer at fremja tær heilt stóru broytingarnar. Fyrst og fremst tí hetta ikki plagar at liggja honum serliga nær, men eisini tí HB í ár hevur sýnt sera støðug avrik. Dysturin móti Skála fyri viku síðani var 16. dysturin hjá liðnum í kappingarhøpi í ár, og enn hava teir ikki roynt at fara av vøllinum sum taparar.
Tað ætla teir sær neyvan heldur hesaferð. Trý stig afturat eru í eygsjón, og verða hesi fingin til høldar, økist munurin í oddinum eisini, tá hitt oddaliðið, NSÍ, hevur frí hetta vikuskiftið.