Stevnu- og steypadystur í Havn

Hóast gomlu klichéirnar verða drignar fram, so viðganga liðskipararnir hjá steypafinalistunum, at ein steypafinala er ikki nakar heilt vanligur dystur. Og hjá EB/Streymi er talan enntá um stevnudyst

Fótbóltur

 

Tað verður antin Klæmint Matras úr B36 ella Egil á Bø úr EB/Streymi, sum fer at lyfta Løgmanssteypið leygarkvøldið.

Talan er um ein tann størsta heiðurin, sum ein føroysku fótbóltsspælari kann vinna sær, og tó at tað altíð verður sagt, at fyrireikingarnar til dystin eru púrasta vanligar, so viðganga teir eisini, at steypadámurin sjálvandi er nakað serligur.

- Vit royna at taka hetta sum ein púra vanliga dyst, men sjálvandi er talan um ein serligan dyst. Fríggjakvøldið savnast vit allir til okkurt annað enn fótbólt. Kanska til ein EM-dyst framman fyri sjónvarpinum, sigur Klæmint Matras, sum er liðskipari hjá B36.

B36 er í løtuni nummar trý í Formula-deildini, har EB/Streymur er oddalið, og Klæmint viðgongur eisini, at favoritt-leikluturin ikki liggur á B36 hesaferð.

- Teir eru oddalið. Teir skulu verja steypið. Og teir hava ikki tapt í ár, so tú kanst siga, at teir í løtuni eru sjey stig beti enn vit. Men hinvegin ætla vit sjálvandi at spæla okkara kjans. Vit hava í landskappingini prógvað, at vit kunnu spæla upp ímóti teimum, og raka vit rætta dagin, so kann alt henda, sigur Klæmint.

B36 hevur annars at kalla alt fólkið tókt til dystin. Einasta undantakið er Hanus Thorleifsson, sum fekk reytt kort móti Víkingi. Hinvegin eru Klæmint Matras sjálvur, Róaldur Jacobsen og Odmar Færø allir tøkir, eftir at teir hava verið úti við skaða.

 

Stevnudystur

Hjá EB/Streymi er støðan tann løgna, at teir eiga heimavøll í Gundadali. Hetta tí teir sambært lutkastinum eru liðið, sum eigur heimavøll í finaludystinum. Og tá sundalagsstevna samstundis er á skránni, er talan mest sum um stevnudyst.

- Stevnan sjálv er ikki nakað, sum vit hugsa so nógv um, men tað plagar jú at verða spælt um steyp á stevnum. Og hetta ætla vit okkum at vinna. Dysturin er eisini somikið seint, at kappróðurin helst er av, so eg ivist ikki í, at hópur av áskoðarum kemur til dystin. Og so mugu vit bara syrgja fyri, at stevnukvøldið verður gott, sigur Egil á Bø, sum er liðformaður hjá EB/Streymi.

- Vit royna sjálvandi eisini at taka hetta sum ein vanligan dyst, men sjálvandi er hesin eyka týdningarmikil. Týdningarmest hjá okkum er tó, at vit tora at spæla. Gera vit tað, so ivist eg ikki í, at vit eru betra liðið.

Til dystin noyðist EB/Streymur tó at vera nakrar spælarar fyriuttan. Mikkjal Thomassen, Dánjal Davidsen og Høgni Zachariassen eru nevnliga allir skaddir, so teir koma neyvan at taka lut í dystinum.

 

Nógvir vinir

Eitt, sum eisini sermerkir finaluna hesaferð, er at fleiri spælarar skulu dystast móti sínum fyrrverandi felagi. Hjá EB/Streymi hava venjararnir báðir, Sigfríður Clementsen og Magni Mohr, áður vant B36, eins og Egil á Bø, Mikkjal Thomassen, Levi Hanssen, Fróði Clementsen og René Tórgarð allir hava spælt fyri B36. Og hjá B36 er eisini Karoly Potemkin, sum í fjør spældi við EB/Streymi.

- Tað er sjálvandi ein vinkul í dystinum, men tað haldi eg nú ikki vit hugsa um, tá spælt verður. Tað er væl meira nakað, sum er sjónligt í tí, sum gongur fyri seg uttan fyri vøllin, tí tað gevur sjálvandi eitt ávíst tilknýti. Men á vøllinum er tað so ikki nakað, sum hugsað verður um, sigur Egil.