Kanadiumaðurin Moher Arar, sum er føddur í Sýrialandi, vil vera við, at amerikonsku myndugleikarnir koyrdu hann av landinum, sjálvt um teir vistu, at hann fór at enda í fongsli, tá hann kom til Sýrialands.
Maher Arar varð tikin í Kennedy-floghavnini í New York í september í 2002. Eftir at hava avhoyrt hann í tvær vikur sendu amerikonsku myndugleikarnir hann til Jordan og haðani til Sýrialands. Hóast maðurin er kanadiskur ríkisborgari, vórðu kanadisku myndugleikarnir ongantíð kunnaðir um avgerðina.
Maher Arar vil vera við, at hann varð settur í fongsul í Sýrialandi og illa viðfarin. Í oktober í fjør varð hann latin leysur, og síðani hevur hann búð í Kanada saman við konuni og teimum báðum børnunum. Nú hevur hann gjørt av at stevna amerikonsku myndugleikunum, tí hann heldur uppá, at teir vistu, at hann fór at enda í fongsli, bleiv hann sendur til Sýrialands.