Ben Arabo vil ikki hava sitandi á sær, at hann hevur misrøkt sáttmálan við Betri. Tí hevur hann valt at stevna samtakinum, sambært sakførara hansara, Jógvan Elias Winther Poulsen.
Hann greiðir frá, at hann var við Ben Arabo á fundinum 24. september, tá nevndin valdi at siga forstjóran úr starvi.
- Tey søgdu tá, at hann bleiv uppsagdur, tí hann skal hava misrøkt sáttmálan, og tí ikki hevði rætt til fráfaringarsamsýningina, sum sáttmálin ásetir, greiðir Jógvan Elias Winther Poulsen frá.
Hann sigur, at Ben Arabo tók til eftirtektar avgerðina hjá nevndini.
- Nevndin hevur rætt at siga fólk úr starvi, um hon vil, men vit mótmæltu beinanvegin, á sama fundi, at hann skal hava misrøkt sáttmálan. Vit gjørdu eisini nevndina varuga við, at um tey hildu fast upp á hetta, fóru vit at stevna teimum, sigur Jógvan Elias Winther Poulsen.
Les eisini: Kemiin passaði ikki
Komandi vikuna var fundur millum sakføraran hjá Ben Arabo og sakføraran hjá Betri-samtakinum, har málið bleiv gjøgnumgingið. Jógvan Elias Winther Poulsen sigur, at hann endurtók á tí fundinum, at einki grundarlag var fyri at siga, at Ben Arabo hevði misrøkt sáttmálan, og at hann fór at stevna, um Betri helt fast við hesa søguna. Jógvan Elias Winther Poulsen hevur eisini lagt eitt semingsuppskot fyri Betrisamtakið, tó uttan at fáa nakað svar.
- Tá eg ikki hoyrdi nakað aftur frá Betri um semingsuppskotið, boðaði eg fyrst frá, at eg fór at senda eina stevning til rættin, um einki svar kom. Tá eg so eina viku seinni framvegis einki hevði hoyrt, sendi eg Føroya rætti stevningina 3. oktober, sigur Jógvan Elias Winther Poulsen.
Í stevningini vil Ben Arabo, at rætturin skal vraka grundgevingina hjá Betri um, at hann skal hava misrøkt sínar skyldur, umframt, at hann skal fáa alla ta fráfaringarsamsýning, sum sáttmálin ásetir, tað er tilsamans 5,2 milliónir krónur í staðin fyri tær 2,6 milliónirnar, sum Betri-samtakið ætlar.