Jørn Astrup Hansen hevur sum "problem-knúsari" í føroyska bankaheiminum í áravís uppbygt sær eitt himmalhøgt trúvirði, ið næstan kann javnmetast við eina rættarliga keldu.
Tað sigur senior-ráðgevin, Lars Krull, frá universitetinum í Ålborg, við donsku fíggjarheimasíðuna Finans.dk.
Hann heldur høga trúvirðið hjá Astrup vera orsøkina til, at Eik Banki við síni stevning av gamla bankastjóranum ger eina desperata roynd fyri at fáa hann at tiga.
- Tað er ógvuliga óvanligt, at eitt slíkt stig verður tikið, sigur Lars Krull og vísir á, at tað hevði verið nógv natúrligari, um Eik Banki legði sínar grundgevingar fram sum mótprógv, heldur enn at fara í rættin við tí, Jørn Astrup Hansen hevur skrivað og sagt.
Jørn Astrup Hansen, ið varð settur sum bankastjóri í Eik av Fíggjarligum Støðufesti í 2010, tá Eik Banki fór á heysin, hevur víst á, at tað er danski staturin, ið hevur tikið á seg tapið av húsaganginum, og at nýggi Eik Banki tí ikki ongan rætt hevur til at draga 90 milliónir krónur frá, tí bankin einki eigur í tapinum.