Stevnan bjargað

Fótbóltur: Stevnurómurin á Skála kundi ótarnaður halda fram, tá heimaliðið vann fyrsta sigurin í ár, júst á stevnuni. KÍ mátti lúta 3-2 fyri Skála

Um vikuskiftið var stevna á Skála. Leygardagin var høvuðsundirhaldið, at besta fótbóltsliðið hjá teimum hevði vitjan av teimum næstbestu úr Klaksvík.

Skálamenn vunnu 3-2. Teir kundu væl havt vunnið 4-2, tí spælandi venjarin, Arthur Johansen, hevði ein stóran møguleika at økja um leiðsluna, tá bara ein lítil løta var eftir, men tað kundi eisini havt endað við javnleiki. Tann síðsta lítla hálva tíman trýstu klaksvíkingarnir fyri at javna, og fyritreytirnar fyri, at tað skuldi eydnast, styrknaðu ikki so lítið, tá Jákup Petur Eliasen, sum í fjør spældi við KÍ, men nú hjálpir teimum á Skála, varð rikin av vøllinum. Hann fekk reyða kortið, tí hann sum aftasti verjumaður helt tvífalda málskjúttanum hjá KÍ, Helmari Lassen, tá hesin var um at sleppa leysur.

Bara sjey minuttir vóru farnir, tá heimaliðið fekk hol á. Ólavur Olsen legði innfyri úr høgru, og Bent Djurhuus stútaði í málið, tá hann var fyrri á enn KÍ málverjin, Meinhard Joensen. 18 minuttir vóru farnir, tá Helmar Lassen javnaði. Teir á heimaliðnum royndu at seta rangstøðufellu, men hon miseydnaðist, og sovorðnan møguleika sigur málslúkurin ikki nei takk til.

Hans Kristian Djurhuus legði heimaliðið framum aftur, tá hann fekk bólt stungnan innum verjuna.

Seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt, tá Helmar Lassen eftir trunkaspæl javnði til 2-2. Bólturin tók í ein verjuspælara á vegnum og snýtti málverjan, og fimm minuttir seinni var Arthur Johansen fyrstur á flatum innleggi úr høgru síðu.