Ein nýggj og forkunnug kafé er latin upp í føroyska bókmentaheiminum. Talan er um fyrsta yrkingasavnið eftir Hanus Kamban, sum hevur fingið heitið Café Europa, og sum borðreiðir við yrkingum av tí dygdargóða, leskiliga slagnum. Yrkingarnar eru nevniliga ofta tilevnaðar við íblástri úr tí besta skaldskapinum, sum er at finna í evropeiskum bókmentum. Vitjandi á hesa café kunnu sostattt vænta sær eina ríkandi og djúpa lesiupliving, sum bæði vekir samhuga og manar til moralska umhugsan.
Bókmentamaðurin Hanus
Hanus Kamban er sum heild áhugaverdur høvundur at lesa, og hansara nýggja byrjan sum yrkjari er einki undantak. Hann miðar sostatt altíð eftir at fáa hald um tað, ið ofta liggur handan málið ella millum reglurnar, og sum tískil er sera tórført at seta orð á.
Men yrkingasavnið er somuleiðis forkunnugt og spennandi, tí við hesari bók trínur Hanus fram sum yrkjari í tí bundna forminum. Og tað er í øllum førum nýtt. Tí hóast Hanus áður hevur skrivað onkran songtekstin til Kára P, so hevur hann higartil tó mest skrivað óbundnan, prosakendan skaldskap.
Og tekstasløgini, sum hann hevur latið úr hondum, eru eisini mong og fjølbroytt: ævisøgur, sjónleikir, týðingar, stuttsøgur, ritroyndir og bókmentaviðgerðir. Men tað er helst sum ævisøguhøvundur føroyingar kenna hann allarbest, og ævisøga Hanusar um Janus Djurhuus er einki minni enn eitt stórverk í føroyskum bókmentum. Ikki tí: ritroyndin hjá Hanusi nevnd “Hin gandakenda auran” er heldur ikki løtt at gloyma, so vælskrivað og hugfangandi, hon er at lesa. Harumframt hevur hann eisini mangan verið at sæð sum upplýstur og nærlagdur mentanarmiðlari í føroysku fjølmiðlunum.
Men hóast flest øll kenna Hanus best sum prosahøvund, so hevur hann áður víst sínum lesarum, at stilistisk fyribrigdi ikki eru honum ókend. Stuttsøgusavnið Pílagrímar (2001) innihelt til dømis brot, har týðiliga kom undan kavi, at Hanus eisini dugir at handfara bæði myndburðir, samanberingar og annað gott myndamál, ið vanliga er at finna í bundnum skaldskapi. Hóskandi dømi um hetta man vera stuttsøgan “Út um ringvegin” í Pílagrímum, sum annars eisini má sigast at vera ein tann besta stuttsøgan, Hanus Kamban hevur skrivað.
Hanus á ferð
Men sum eisini er eyðsæð í Pílagrímum, so hevur Hanus altíð havt stóran tokka til nøvn, bæði staðarnøvn, persónsnøvn og t.d. nøvn á listaverkum. Og nýggja savnið, Café Europa, er einki undantak.
Hetta millumtekstasambandið tænir helst trimum ávísum endamálum í skaldskapi Hanusar: Í fyrsta lagi er ætlanin at leggja ein ávísan dám yvir tað, ið skrivað er. Í øðrum lagi – sjálvandi - er ætlanin at flætta tekstin inn í eina størri heild. Og í triðja lagi at læna nakað av merkingini frá tí, hann sipar til. Hesi nøvnini kunnu sostatt eisini nýtast sum høvuðsdyr inn í skaldaheim Hanusar....
Annars er eisini líkt til, at Hanus Kamban skrivar sínar yrkingar við íblástri úr persónligum hendingum úr hansara egnu fortíð - og tað er jú rættiliga vanligt at gera. Men sum áðurnevnt, so flættar hann hesar lívsroyndir inn í eina størri heild. Yrkingarnar vera sostatt settar í samband við aðrar søgur og tilburðir antin í bókmentasøguni ella veraldarsøguni. Og á henda hátt verður skaldskapur hansara ofta tætt bundin at millumtekstasambandinum, sum í hesum førinum eru heimsbókmentirnar.
Og hendan verkætlanin hjá Hanusi riggar væl, og úrslitið eru nógvar ríkandi og rámandi yrkingar. Og hóast tær ikki eru lættlisnar, so eru tær flestu úrtøkumiklar, um lesarin tímir at greina og tulka eitt sindur nærri...
Skaldaferð í fýra pørtum
Yrkingasavnið er í fýra pørtum og kann lesast sum eitt úrtak úr lívinum hjá yrkjaranum – um tú vilt. Tó fæst meira burturúr, um savnið verður lisið sum ein sjálvstøðug og óheft ferð gjøgnum almennar lívsroyndir hjá menniskjum á fold.
Fyrsta yrkingin “Heimavøllin” er eins og eitt forljóð, áðrenn lagt verður til brots, og lýsir helst heimstaðin hjá yrkjara-eg’num. Yrkingin er, sum heitið eisini rekur framundir, heldur heimlig, staðbundin og kanska enntá eitt sindur bygdaslig.
Men í øðrum parti fer savnið á flog við afturlítandi yrkingum úr millum annað. sekstiárunum. Lesarin millumlendir eitt nú á “Café Flore”, sum er ein frásøguyrking í bundnum formi um studentar-lív og kafé-lív í onkrum stórbýarmeldri. Yrkingin lýsir, hvussu smílandi flytifuglurin, Lady Charm, kom á seinsumri, men viltist í dekonstruktivistiska Sargasso-havinum. Síðan umskapaðist hon til eina Rat Woman á vetri og fór heimaftur í kistu, meðan eingin tykist at látast um vón. Til ber kanska at lesa yrkingina sum et slag av dømisøgu – ella sum eina ávaring til nýbornar pisur í útisetu. Skrivingarlag og formur eru brotkend og geva sum heild ein hektiskan, ørkymlandi café-dám sum kennist ógvuliga sannførandi, ja, livandi.
Yrkingin “Kvæðakempa Farin” er av tí elegiska slagnum, hóast hvørki sorgin ella deyðin eru serliga týðulig evni í yrkingini. Men um aðrar yrkingar sum til dømis “Grøvin hjá H.P. Lovecraft” og “Positano 1999” verða havdar í huga, so tykist íblásturin her í øðrum parti millum annað at koma frá teimum bretsku “The Graveyard Poets”, ið skrivaðu skaldskap um kirkjugarðar og um alt tað tíðaravmarkaða í tilveruni á fold.
Yrkingin “Positano 1999” er ein enduryrking av kendu yrkingini “Todtnauberg” hjá jødiska yrkjaranum Paul Celan. Yrkingin hjá Celan er um tórføra fund hansara við fyrrverandi nazistiska heimspekingin, Martin Heidegger. Teir hittust á fjallinum Todtnauberg, har Heidegger hevði eini lítil hús, og navnið “Todtnauberg” hevur í yrkingini hjá Celan alstóran týdning. Enduryrkingin hjá Hanusi er ein hugnemandi tulking av ótta Celans á hesum fjalli, og samstundis ein hálovan av hesum sama skaldsliga flogviti: “Í einkisríki glæstan sá / eg ríða ungan kong. / Úr frosti fleyg hin hvíta okn / og spenti nýggjan vong”. Hanus fær sostatt okkurt meira jaligt burturúr hesum tiltiknað fundi, enn Celan sjálvur gjørdi.
Áleikandi spurningar
Triði partur viðger ymsar áleikandi trupulleikar í okkara samtíð. Eitt nú lýsir yrkingin “Golgata” meiningsleysa morðið á tann samkynda James Kerr í Highland Park í Perth. Lýsingin er skelkandi og ræðandi og harvið eisini rættiliga gotisk í síni lýsing av hesum svakliga og meiningsleysa morðinum. Eyðsæð er sjálvandi eisini, at yrkingin er ein óbeinleiðis “viðmerking” til eina líknandi hending í Føroyum, men sum lukkutíð ikki kravdi mannalív. Í yrkingini sleppur lesarin heilt nær at einum av hesum drápsmonnum, og endamálið hjá yrkjaranum hevur helst verið onkursvegna at finna eina meining í hesum meiningsleysa tilburði - umframt at gera yrkingina eyka átrokandi. Men mest óhugnaligt er, at yrkingin lýsir veruleikan sum meiri gotiskan enn nakar Poe, Lovecraft ella Marquis de Sade hava gjørt í teirru fiktivu bókmentum.
Men annars er óheppið, at Hanus hevur umskrivað James Kerr til Jim Kerr í yrkingini. Ikki tí, hetta er vanligt í Stóra Bretlandi, men hesin diminutivi formurin, Jim Kerr, fær heilt vist nógvar lesarar at hugsa meira um heimskenda Jim Kerr fra tónleikabólkinum Simple Minds, enn um neyðars samkynda James Kerr í Highland Park í Skotlandi. Men sum heild hevur yrkingin ein moralskan boðskap um tollyndi, ið er verður at bera fram og endurtaka - eisini í skaldsligum formi.
Á síðu 33 og 38 eru tvær ógvuliga sjáldsamar, prosakendar yrkingar, sum kanska eru meira átøkar smásøgum ella anekdotum. Men tær eru so gotiskar í teirru groteska devulskapi og fetichistiska perversiteti, at bæði furða og Edgar Allan Poe koma einum til hugs. Men eisini bókmentaástøðið hjá Tzvetan Todorov um tekstaslagið furðu verður áleikandi, tí meðan lisið verður, fer lesarin bæði at øtast, ivast og at drála... Og tí ber til at skilmarka hesar báðar søgurnar sum furðu í víðari merking, í hvussu er um vit síggja søguna “Tann nýggja mamman” úr sjónarhorninum hjá tí seks ára gamla smádronginum. Tí tá verður søgan nevniliga sera óhugnalig í sínum kalda devulskapi. Og talan er vissuliga um iva og drál, tá lisið verður... – tí lesarin spyr seg sjálvan, um søgan veruliga er fiktión, ella um slíkur perversitetur eisini kann koma fyri í veruleikanum.
Og tað sama er galdandi, tá lesarin lítla løtu seinni – á síðu 38 – rennur seg í søguna “Tann samanklamsligi”. Søgan, sum eisini er ógvuliga vælskrivað – er um konu, sum hevur eitt høvd í einum kassa, og sum kemur fram, tá lokið verður tikið av. Høvdið, sum kemur upp úr kassanum, er ‘um tey fimti’ og ‘av kallkyni’ og er sera ‘livandi’, og tað dugir bæði at eymka seg og at gráta. Og tá konan ikki tímir at kína tí meira, klamsar hon bara kassan saman aftur og koyrir hann í taskuna hjá sær. Í roynd og veru er søgan jú sera stuttlig... men talan er helst eisini um furðu í hesum førinum, tí lesarin ivast allatíðina í, um søgan um Svørtusannu er svartasta lygn ella sannur veruleiki.
Annars er “Innsigli Skuggans” eisini ein snøgg og hugnemandi yrking, ið sera væl lýsir eksistentiella tvídráttin millum at tora at velja ta geisandi lívgleðina ella at halda seg til eitt reglubundið og keðiligt lív í føstum rammum.
Hitt vísundaliga Atlantis
Í fjórða parti er deyðin sum evni eisini átrokandi. Men her eru eisini meira bjartskygdar framtíðarsjónir og opinberingar – og kanska enntá epifaniir..
Eitt nú er “Arvingarnir” ein lærd samtíðarlýsing og kanska samstundis ein sjálvrannsakan, ið er prentað í einum rúmligum, grafiskum formi, ið styðjar týdningin í yrkingini. Yrkingin er ein viðgerð av náttúruvísind við atliti til alheimin, men eisini ein viðgerð av øllum teimum mótsetningum, ið hava verið áleikandi fyri vísindafólk sum Hawking, Turing og Einstein.
Og her er annars eisini eyðsæð, at skaldið sum heild hevur sera stóran áhuga og tokka til Lovecraft og onnur flogvit í vísindaskaldskapi. Í hesum savni eru sostatt heilar tvær yrkingar, ið hálova hansara vísindaliga skaldskap - og í hesum sambandi kemur einum sjálvandi eisini til hugs, at Hanus áður hevur givið út Tað Nýggja Atlantis, sum er eitt savn av týddum vísindastuttsøgum...
Í “Pont Mirabeau” hitta vit aftur Celan, hóast hendan yrkingin hevur sama heitið sum ein yrking hjá Apollinaire. Men hesa ferð er myndin málað í heldur døkkum litum, tí nú verður sjálvmorðið hjá Celan lýst – og við stórum samhuga. Og ikki av tilvild er deyðadagur Celans settur at vera júst 20. apríl 1970 – hetta var jú føðingardagurin hjá Adolf Hitler... So her í yrkingini doyr Celan altso sama dag sum Hitler hevði føðingardag – er neyðugt at nýta fleiri orð?
At enda stendur so yrkingin “Evsta Skarð”, ið hugleiðir um seinasta hvíldarsessin. Hetta er jú eitt sindur syrgiligt og hugtungt, men yrkjara-eg’ið tykist kortini at vera komið til sættis við sín aldur og sína lagnu:
‘Sama ger: Tí seint sum snimma
smíltust konur móti mær.
Nú móti nátt tær lata glimma
vættrakertur handan skarð’
Endin er ein nýggj byrjan
Við sínum nýggja yrkingasavni er líkt til, at Hanus Kamban endar eitt langt lív sum prosahøvundur til tess at byrja eitt nýtt sum yrkjari. Og tað er gleðiligt. Tí hóast Hanus er nýggjur yrkjari, so er listarliga handverkið bæði snøggt og gott. Hann hevur sostatt fingið sera gott tamarhald á anaforu, assonnans og øvugt orðarað, stílbrøgd, sum eisini Janus Djurhuus nýtti nógv og sum haraftrat geva ein serligan, skaldsligan hátíðardám.
Í føroyskum skaldskapi liggur Hanus annars langt frá teimum prosakendu yrkingunum hjá Jóanesi Nielsen, og kanska uppaftur longri frá til dømis punk-beat-yrkingunum hjá Tóroddi Poulsen. Hanus er harumframt helst tað føroyska skaldið, ið leggur seg tættast uppat evropeiskari bókmentasøgu, tí hann hevur, sum Andrias Justesen áður hevur gjørt vart við, tunga kjølfestu í evropeiskum bókmentum. Og tað er rætt og skilagott, tí tað læra bókmentafólk mest av.
Tó mugu vit ikki gloyma, at Hanus samstundis hevur tunga kjølfestu í føroyskum bókmentum og føroyskum máli. Og hann hevur neyvan nakran áhuga fyri at bróta upp úr nýggjum, men heldur at endurnýta og harvið endurnýggja tað, vit hava arvað úr bókmentasøguni. Eins og Janus Djurhuus.
Og hugsa vit um Hanus Kamban fyrr og nú, er talan um tveir heilt ymiskar høvundar, har hesin seinni hevur bæði skaldsligt innsýni og útsýni, og sum úr hesari samanrenning skapar haldgóðan skaldskap, ið vónandi er eitt langt lív lagað...
Hanus Kamban, Café Europa, Mentanargrunnur Studentafelagsins, 2008