Evnið hesa fer er tikið úr kunngerðini nr. 32 frá 4. mai 2006, um virksemi o.a. á dagstovnum og dagrøkt. Serliga verður hugt eftir kapittul 3 grein 3 um námsfrøðilig mál. Hetta er eitt evni, sum hevur og verður nógv tosað um og sum summi eru farin til verka við. Skráin er løgd til rættis soleiðis, at evni verður lýst á ymiskan hátt og vónin er, at bæði leiðararnir og Føroya Pedagogfelag fáa nøkur amboð at arbeiða víðari við.
Hans Pauli Strøm kemur at seta stevnuna. Fyrilestrarhaldarnir vera Jesper Roos, leiðari og Gunrid á Plógv, varaleiðari, sum koma at tosa um hvussu tey eru farin til verka. Daniela Cecchin frá BUPL í Danmark kemur at greiða frá um hennara royndir úr Danmark. Óla Jákup Joensen, skúlastjóri kemur at tosa um hvat hann væntar av børnum, sum koma av barnagarði í skúla. Og Rógvi Thomsen og Hans Mourits Foldbo koma at tosa um at gera sína egnu ætlan.