Stevna til skúlan í Kollafirði

Í gjárkvøldið byrjaði tann stóra hvítusunnustevnan, sum verður hildin í skúlahøllini í Kollafirði.

Tað er eitt stórt tal av talarum og sangkreftum, sum fara at seta hvørjum øðrum stevnu um høgtíðina.

Møtirøðin byrjaði í gjárkvøldið við einum bønarmøti í missiónshúsinum. Síðani verður hildið á í skúlahøllini.

Her halda møtini fram í kvøld, leygarkvøldið og hvítusunnukvøld kl. 20. Seinasta møtið verður 2. hvítusunnukvøld kl. 18.

Við møtini luttaka talarar, sangbólkar, solistar og kór við sangi og vitnisburðum.

Eftir hvørt møti í skúlanum verður skipað fyri eftirmøti í missiónshúsinum við nógvum sangi og vitnisburði. Innsavnað verður somuleiðis á møtunum.

Á stevnuni verður haraftrat møguleiki at fáa forbøn og samtalu um andaligar spurningar.