Stevna Shell

Tað kom ógvuliga óvart á olju- og fíggjarheimin, tá oljufelagið Shell fyrr í hesum mánaðinum kunngjørdi, at leiðirnar hjá felagnum hava 20 prosent minni olju enn mett frammanundan.

Kunngerðin hevði alt fyri eitt við sær, at partabrøvini í Shell fullu sjey prosent í virði, og nú krevja fleiri partaeigarar endurgjald frá felagnum. Eitt amerikanskt sakføraravirki hevur stevnt Shell við kravi um, at øll, sum keyptu partabrøv í felagnum frá 3. desember í 1999 til 9. januar í ár, skulu hava rætt til endurgjald, tí grundarlagið undir partabrævakeypinum var ikki tað, sum felagið hevði upplýst.

Serfrøðingar vænta kortini, at tað verður trupult hjá amerikonsku sakførarunum at fáa viðhald í rættinum. Tony Alves í bretska fíggjarfelagnum Investec sigur við BBC, at Shell hevur ikki gjørt annað at staðfesta, at íløgur, sum felagið hevur gjørt í Nigeria og Avstralia, fara neyvan at kasta tað av sær, sum felagið hevði roknað við, og tað er ikki annað, enn onnur oljufeløg hava gjørt fleiri ferðir, sigur hann.