Fótbóltur
Lutakast til hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið var í 3-2 í gjár. Skal metast eftir stigatalvuni í Formula-deildini, so fekk HB besta lutakastið. Meistararnir skulu nevnliga spæla hálvfinalur móti VB/Sumba, og tó at einki er avgjørt, fyrr enn tvær ferðir 90 minuttir eru spældir, so er lítil ivi um, at HB er risa-favorittur at spæla seg í finaluna.
Hin hálvfinalan tykist meira opin. EB/Streymur og Skála eru um nakar liðini, sum hava gjørt vart við seg í føroyskum fótbólti seinnu árini.
Enn hevur eingin teirra tó verið partur av einum finaludysti í steypakappingini, men tí møguleikanum fara tey at stríðast fyri í hálvfinalunum.
Hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar tann 13. juni og 11. juli. Finalan verður spæld 15. august á ovara vølli í Gundadali.