Hondbóltur
Hóast talan var um topp móti botni, so borga grannauppgerðir ofta fyri spennandi dystum, og soleiðis var eisini í Vestmanna, tá VÍF sunnudagin tók ímóti KÍF.
Kollfirðingar hava av og á argað ovaru liðini í deildini, og tað gjørdu teir eisini eina góðu løtu av dystinum sunnudagin.
VÍF kom annars væl frá byrjan, men hóast munurin alt fyri eitt gjørdist fleiri mál, so vildi KÍF als ikki geva seg. Teir hildu á við at stríðast í verjupartinum, og spakuliga kom álopsparturin eisini somikið væl við, at bert tað eina málið var á muni, tá liðini fóru til hálvleiks.
Gongdin helt sær, til tað restaðu smáir tíggju minuttir. VÍF hevði alla tíðna munin, men hesin varð sjáldan meira enn eini tvey mál. Men seinastu løtuna skrædnaði tó veruliga. VÍF skoraði tríggjar ferðir á rað frá 26-24 til 29-24, og so var eingin vón hjá KÍF at koma aftur í dystin.
Enn er kanska ikki sloppið hjá VÍF. Men tað er nú ikki serliga langt til FM-finaluna. Og kanska styttist kósin enntá við úrskurðinum hjá Kappingarnevndini sunnukvøldið.
Hjá KÍF er árið sum so farið. Men treiskir sum teir eru, er eingin ivi um, at teir eisini fara at stríðast seinastu umførini av kappingini.
Fakta um dystin
VÍF-KÍF 32-27 (15-14)
10 min: 7-4
20 min: 12-9
40 min: 18-17
50 min: 23-21
Málskjúttar
VÍF: Rúni Joensen 10(3), Sámal Joensen 6, Joen P. Høgnesen 4, Niels Andreasen 3, Agnar Joensen 3, Karl Johan Djurhuus 3, Áki G. Olsen 2, Bjarti Hansen 1
KÍF: Jákup Trýgvason 5, Niklas Reginsson 4, Damir Oros 4(3), Rógvi Weihe 3, Gert Hansen 3, Regin Petersen 3, Ási Dam 3, Andrias Nielsen 1, Pætur Johannesen 1
Brotskøst: VÍF 3, KÍF 3
Útvísingar: VÍF 6, KÍF 2
Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg