Sum kunnugt er ættin eftir Hanus (yngra) og Jóhonnu í Túni á Toftum fjølment í Føroyum og eru enntá ættarfólk av hesi ætt í Íslandi, eftir dóttir teirra, Susanne og í Noreg eftir syni teirra Joen, kallaður Tofta Jógvan.
Ættargreinirnar í Íslandi og Noreg sýna stóran áhuga at koma higar í summar fyri at heilsa uppá skyldfólkini í Føroyum.
Ættarfaðir okkara , Hanus og sonur hansara Tummas sjólótust tann 30 apríl 1870 tá bátur teirra ?Duen" gekk burtur við 5 monnum - eystanfyri Eystnes.
Børn Hanusar og Jóhonnu (9) vóru:
1.Hanus Hansen ógiftur Toftir
2.Tummas Hansen - 1870 giftur v/Juliu Toftir
Tey fingu 1 dóttir Thomina (gift til TórshavnarHavnar)
3.Susanne Hansen gift v/ Joen Petur Tórshavn (fyrra gifta)
Tey fingu 1 dóttir Hansina giftist á Vopnafjørðinum í Íslandi
3. Súsanna Hansen gift /v Niclas Jacob, Skipanes, (seinna gifta)
Tey fingu 1 dóttir Katrina Maria, ógift
4.Joen Hansen giftur v/ Anne Greta (Húsar) Tórshavn
Tey fingu 1 dóttir Johanne giftist til Stavanger, Noreg
5.Anna Maria gift v/ Joen Jacob Joensen, Húsar
Tey fingu 6 børn: Clement,Johanne,Rakel,Hanus,Katrina og Thomina
6.Justines Hansen gift v/ Katrinu Toftum
Tey fingu 8 børn: Billa,Hanus,Elisabeth,Andrias,Jóhannus,Anton,Tummas Juul og Karl
7.Johanne gift v/ JóanisLind, Svínoy
Tey fingu 6 børn: Elspa Sofie, Jóhanne Sofie, Pól, Hans, Sigga, og Tummas
8.Hanus Hansen giftur v/ Elisabeth, Æðuvík
Tey fingu 3 børn: Magnina, Óla hans og Johanne Sofie
9.Jóhan Hansen 1867-1960 giftur v/Mette Manelle, Nes
Tey fingu 7 børn: Hans Jacob, Peter Hans, Tummas Johan,Anna Kristine,Olaf,Margretha og Henrikka
Ættarstevnan verður í Ítróttarhøllini á Skála Fríggjadagin 25 juli 2003-04-24
Eftirkomarar íð ynskja at luttaka, verða at tekna seg hjá einum av niðanfyri nevndu, í seinasta lagi fríggjadagin 4 juli 2003
Veitslan er avmarkað til børn og barnabørn hjá nevndu syskinabørnum við maka. Talan er soleiðis um eina trímenninga og fermenningaveitslu.
Vegna fyrireikararnir:
Eftirkomari eftir Tominu: Jóhannus Rubbeksen Tórshavn, tel 312341
" Onnu Mariu Elinborg Solmunde, Syðrugøta tel 441438
" Justines Josefina Jacobsen, Saltnes tel 447438
" Johanne Flóvin Jacobsen, Velbastað tel 328001
" Hanus Jovina Højgaard, Tórshavn tel 312755
" Johann Emil Hansen,Nes tel 447178