Í vár verður landsdansistevna í Suðuroy fyri børn og ung úr øllum Føroyum, sum dáma føroyskan dans. Eisini skúlar, sum undirvísa í føroyskum dansi, eru vælkomnir á stevnu Árliga barnadansistevnan verður í Suðuroy í ár, og dansifróir suðuroyingar vóna, at nógv børn og ung fara at koma suður at dansa føroyskan dans.
Barnadansistevnan er eitt afturvendandi tiltak. Í fjør var hon í Sandoy, har eini 350 børn og vaksin fóru upp á gólv og vóru saman um gamla mentanararv okkara.
Leygardagin 18. apríl verður barnadansistevna aftur og hesuferð er hon í Suðuroy. Smyril siglir úr Havn klokkan sjey á morgni og á skránni allan dagin er góður føroyskur dansur, matur og útferðir ymsar staðir í Suðuroy við bussi. Klokkan 18 endar stevnan, áðrenn Smyril siglir norður aftur klokkan 18.30.
Tað eru dansifeløgini í Suðuroy og landsfelagið hjá dansifeløgunum, Sláið Ring, sum skipa fyri barnadansistevnuni.
Ikki øll limafeløg hava barnadans á skránni og tí siga fyrireikararnir, at skúlar, sum hava undirvísing í føroyskum dansi, eru eisini hjartaliga vælkomnir á dansistevnuna.
Tilmeldingin er 6. mars og tað ber til at melda til við at senda teldubræv til Nitu Næs í Hvalba á adressuni nitanaes@gmail.com