Stevie Wonder í Parkini

Føroyingar í Keypmannahavn kunnu gleða seg: Stevie Wonder framførir í Parkini 16. Juli.

Konsertin verður í samband við eina evroparundferð hjá heimskenda tónleikaranum, Stevie Wonder.

 

- Eg eri vísur í, at vit fáa nøkur undurvøkur kvøld, sigur Stevie Wonder. Hann er heimskendur fyri sangir sum >>I just called to say I love you<< og >>Part time lover<<.

Atgongumerkjasølan byrjar 27. Apríl klokkan 10.00.