Í dag vandi Steven Gerrard við hópinum hjá Liverpool fyri fyrstu ferð, síðani hann skifti til L.A. Galaxy í Kalifornia í USA í summar.
- Gerrard hevur ein steðg í sínari kapping, og hann er sjálvandi hjartaliga vælkomin at venja saman við okkum, staðfestir høvuðsvenjarin hjá Liverpool, Jürgen Klopp.
Jürgen Klopp vil tó ikki tosa um nakran sáttmála ella leigusáttmála við Gerrard her og nú: - Steven Gerrard hevur sáttmála eitt ár aftrat, og ikki fyrrenn tá kunnu vit fara at tosa saman um tann partin, sigur Jürgen Klopp við enska blaðið "The Guardian"
Steven Gerrard roynir eisini at dempa tey mongu forvæntningsfullu Liverpool viðhaldsfólkini við, at hann er heima í feriu, og ynskir bara at verða við til venjingarnar hjá Jürgen Klopp, har hann væntar at læra nógv til venjingarnar, sum Jürgen Klopp hevur við hópinum hjá Liverpool.