John Terry bleiv fyrr í ár avsettur sum liðskipari hjá enska landsliðnum. Í morgin skal Ongland í eldin fyri fyrstu ferð við nýggjum liðskipara. Fabio Capello hevur sett Manchester United verjuleikararan, Rio Ferdinand, sum nýggjan liðskipara, meðan Steven Gerrard er varaliðskipari. Rio Ferdinand er ikki tøkur til venjingardystin í kvøld og sostatt verður tað Gerrard, ið skal ganga á odda.
Steven Gerrard segði á einum tíðindafundi, at tað hevur verið ?buha? eftir ov nógvum enskum leikararum. Hann segði eisini, at tað einki hjálpti, serliga nú so stutt er til HM endaspælið.
Dysturin í kvøld byrjar klokkan 20:00