Steven Gerrard gevst í Liverpool

Bretskir fjølmiðlar skriva í kvøld, at Steven Gerrard gevst í Liverpool og skiftir til MLS í Amerika

Tony Barrett, ítróttartíðindamaður á The Times, verður mettur sum tann ítróttarskivarin, ið hevur best samband við Steven Gerrard sigur í kvøld, at hetta er seinasta kappingarárið hjá honum í barndómsfelagnum.

 

Hann sigur, at 34 ára gamli miðvallarin í morgin fer at kunngera, at hann heldur ikki fram í Liverpool, eftir at sáttmálin hjá honum gongur út í summar. Spurnartekin hava verið sett við Steven Gerrard seinnu árini, tí megin er ikki tann saman, sum fyrr.

 

Fyribils siga søgurnar, at Steven Gerrard skiftir til MLS, sum er fótbóltskappingin í USA. Favorittarnar at fáa liðskiparan hjá Liverpool er LA Galaxy, sum á sinni hevði David Beckham í hópinum.

 

Onkrar ítróttarsíður skriva, at Steven Gerrard er sinnaður at halda fram, men at felagið ikki vil ganga krøvunum hjá miðvallaranum á møti. Steven Gerrard hevur bara spælt fyri Liverpool í síni yrkisleið.