Steven Gerrard gevst

Fyrrverandi liðskiparin hjá Liverpool leggur gaggurnar á hillina

Steven Gerrard hevur í dag boðað frá, at hann gevst at spæla fótbólt. Eftir 18 ár í Liverpool skifti hann fyri tveimum árum síðan til LA Galaxy í USA.

 

- Eftir fleiri gitingar rundan um mína framtíð, so kann eg vátta, at eg gevist at spæla fótbólt. Eg havi havt eina ótrúliga yrkisleið og gleðist um hvørja løtu eg havi havt við Liverpool, Onglandi og LA Galaxy, sigur 36 ára gamli Steven Gerrard í samrøðu við BT Sport og Gary Lineker.

 

Miðvallarin spældi yvir 700 dystir fyri Liverpool, har hann vann alt uttan Premier League. Eisini spældi hann 114 dystir fyri Ongland, men har er nokk óneyðugt at viðmerkja, at hann einki vann – tí tað ger Ongland ongantíð.

 

Steven Gerrard hevur verið settur í samband við League One felagið MK Dons. Hann váttar at samband var millum partarnar, men at hann ikki kennir seg til reiðar at royna seg sum venjara enn.

 

Nú verður mett, at Steven Gerrard møguliga verður at síggja kring Melwood, sum venjingarstøðin hjá Liverpool. Helst sum ein partur av venjaratoyminum hjá felagnum.