Løgreglan í Southport nærhendis Liverpool handtók í nátt liðskiparan hjá fótbóltsliðnum Liverpool, Steven Gerard.
BBC sigur, at ein 34 ára gamal maður er innlagdur á sjúkrahús. Maðurin hevur skaða í andlitinum og hevur meldað Steven Gerard fyri harðskap ímóti sær.
Sambært BBc vórðu seks mans tiknir í sambandið við málið, og teirra millum var Steven Gerard.