Steven Curtis Chapman til Føroyar

Teir føroyingar, ið dáma væl gospeltónleik, hava helst bert droymt um at sleppa á eina konsert við navnframa sangaranum Steven Curtis Chapman. Í summar verður hesin møguleikin til staðar og tað enntá í Føroyum.

Í Skálafirði: Á heimasíðu hansara stendur skrivað, at hann skal hava konsert í Føroyum leygardagin 30. august. Hetta er partur av longri konsertferð, har hann bæði skal vitja í Kina og í USA. Hann kemur til Føroyar eftir eina konsert í Houston í Texas og skal síðani aftur hava konsert á øðrum staði í Texas eftir Føroyavitjanina.

Ein av monnunum aftanfyri Fjarðafestivalin, Eyðun Jacobsen váttar at hesin festivalurin verður hildin um somu tíð í Skálafirði. Men hann hevur annars ikki aðrar viðmerkingar til málið.

Steven Curtis Chapman er føddur í 1962 og byrjaði yrkisleið sína sum tónleikari seinast í 80'unum og hevur higartil útgivið omanfyri 20 album. Bara í fjør seldi hann fleiri enn 10 mió eintøk av útgávum sínum.

Steven hevur, umframt tónleikin eisini stundir til vælgerandi endamál og hevur stovnað felagsskapin Shaohanna's Hope. Hann er haraftrat giftur við Mary Beth og hava tey ættleidd tríggjar gentur úr Kina. 

Sum skilst koma The Isaacs, sum eru kendir í Gaither-samanhangi, eisini á Fjarðafestivalin. Hetta sæst á heimasíðu teirra, har sagt verður at teir skulu hava konsertir bæði 29. august og 31. august í Skálafirði.