Steven Curtis Chapman kemur til Føroyar

Teir føroyingar, ið dáma væl gospeltónleik, hava helst bert droymt um at sleppa á eina konsert við navnframa sangaranum Steven Curtis Chapman. Í summar verður hesin møguleikin til staðar og tað enntá í Føroyum.

Á heimasíðu hansara stendur nevniliga skrivað, at hann skal hava konsert í Føroyum leygardagin 30. august. Hetta er partur av longri konsertferð, har hann bæði skal vitja í Kina og í USA. Hann kemur til Føroyar eftir eina konsert í Houston í Texas og skal síðani aftur hava konsert á øðrum staði í Texas eftir Føroyavitjanina.

Ein av monnunum aftanfyri Fjarðafestivalin, Eyðun Jacobsen váttar at hesin festivalurin verður hildin aftur í ár, og um somu tíð í Skálafirði. Men hann hevur annars ikki aðrar viðmerkingar til málið.

Steven Curtis Chapman er føddur í 1962 og byrjaði yrkisleið sína sum tónleikari seinast í 80´unum og hevur higartil útgivið omanfyri 20 album. Bara í fjør seldi hann fleiri enn 10 mió eintøk av útgávum sínum.

Steven hevur, umframt tónleikin eisini stundir til vælgerandi endamál og hevur stovnað felagsskapin Shaohanna´s Hope. Hann er haraftrat giftur við Mary Beth og hava tey ættleidd tríggjar gentur úr Kina.