Gary McAllister ljóðaði varin á málinum, tá hann varð spurdur herfyri, um hann vildi fara at taka nakran við sær til felagið, tá hann var almannakunngjørdur, sum nýggjur Leeds venjari. Men tað tykist, sum um at hann ikki tekur sær av løttum, tí tað hendur okkurt nýtt, næstan dagliga í felagnum í norður Onglandi. Í síðstu viku fór Dennis Wise til Newcastle, sum ítróttarstjóri, og í dag er so nýggjur hjálparvenjari settur eisini í Leeds. Hesin seinasti er eins og Dennis Wise, ein kendur harri í bretska fótbóltsheiminum. Tað er írin, Steve Staunton, ið á sinni spældi við Liverpool, Aston Villa og Coventry. Eisini hevur hann roynt seg sum landsliðsvenjari hjá heimlandinum eitt skifti.










