Steve Jobs var borin í heim í San Francisco í 1955. Foreldrini vóru ógift, og mamman fekk meir ella minni ordrar frá ríka pápa sínum um, at barnið skuldi ættleiðast. Hon gekk við uppá hetta við teirri treyt, at barnið skuldi koma í eina familju, har tey vóru væl lærd. Soleiðis bleiv tað ikki, men mamman fekk lyftið um, at barnið skuldi fáa møguleika at ganga á college.
Tey, ið tóku sær av Steve, vóru Paul og Clara Jobs. Paul fekst við bilar, og Clara var bókhaldari.
Steve vísti seg skjótt verða eitt óvanliga gløgt barn, og hann fekk tilboð um at flyta fleiri flokkar upp í skúlanum. Foreldrini vóru tó varin og lótu hann ikki flyta meir enn ein flokk í senn.
Áhugin fyri tí tekniska hevði hann, líka síðani hann var barn, og tá hann kom í samband við líkasinnaði, funnu tey upp á bæði skálkabrøgd og nýggja tøkni.
Byrjaði í garasjuni
Ì 1975 grundaðu teir báðir vinirnir Steve Wosniak og Steve Jobs fyritøkuna, sum teir doyptu Apple. Í byrjanini hildu teir til í garasjuni hjá foreldrunum hjá Jobs, men fyritøkan vaks skjótt, og við tí fyrstu Macintosh telduni var Apple ein rættiligur spælari at rokna við. Kappingarneytarnir tá vóru IBM og Intel.
Fyrsta Macintosh teldan seldi nógv, men í 1985 varð Steve Jobs noyddur at gevast á Apple. Hann var øguliga illsintur og ikki egnaður at verða stjóri. Nakað annað vildi hann ikki verða, og tí gavst hann heldur.
Í bókini "Steve Jobs - en biografi om manden bag Apple" verður hansara illsinni nógv lýst. Til dømis var tað vanligt, tá onkur av starvsfólkunum á Apple vístu Jobs okkurt, tey høvdu gjørt, so svaraði hann, at tað var vánaligt, og at tey dugdu betri enn hatta.
Jobs var kendur sum krevjandi perfektionistur. Hann hevði serligar matvanar og fastaði oftani. Hann ferðast nógv í India sum unglingi, og tíðin har ávirkaði hann nógv.
Toy story og Nemo
Árini, hann var burtur frá Apple, nýtti hann at grunda teldufyritøkuna "Next", og varð hann eisini stórur partaeigari av teknifyritøkuni "Pixar", sum hevur gjørt filmar sum Toy Story, Nemo og Leyvukongurin.
Tá hann í 1997 fekk tilboð um at koma aftur til Apple, vildi hann ikki rættuliga, eftisum hann tá var stjóri fyri Pixar. Men tað stóð illani til við Apple. og nevndin bað og bønaði hann at koma aftur.
Steve vildi ikki, at Apple skuldi fara av knóranum, so hann gjørdi av at hjálpa til, men stjóri vildi hann ikki verða.
Hendan tíðin var sera strævin, og aftan á hevur hann sagt, at tað var um hesa tíðina, at hansara heilsutrupulleikar byrjaðu.
Um aldarskiftið vóru tær teldur, man kendi til, stórar og fýrkantaðar. Tá Apple kom við sínum Apple Macintosh, ið sá út sum ein frukt við sínum vøkru litum og rundu formum, kollveltu teir telduheimin. Teldan bleiv ein av teimum mest seldu í øllum heiminum, og tað stóð greitt at Steve Jobs hevði bjargað Apple.
Men samstundis sum tað gekk betri og betri hjá Apple, fekk Steve Jobs trupulleikar við heilsuni. Í 2003 var staðfest, at hann hevði krabbamein.
Hann vildi tó ikki viðganga, at hann var sjúkur og bíðaði mánaðir, áðrenn hann noyddist at leggjast undir skurð.
Skurðviðgerðin eydnaðist væl, og Jobs kundi fara aftur til arbeiðis. Tað, sum upptók hansara tíð komandi árini, var ikki so nógv teldur. Í staðin kollvelti hann tónleikaheimin við tólinum Ipod.
Ipod og Itunes, har tónleikur kundi keypast, gjørdi at Apple tiltalaði unga fólkið. Og við tí vakra sniðinum, sum eyðkennur alt sum kemur úr hondunum hjá Apple, var Ipod ein stór framgongd fyri fyritøkuna.
Vánaligar fartelefonir
Ein dag sótu Steve Jobs og nakrir vinmenn og tosaðu um, hvussu vánaligar teirra fartelefonirnar vóru. Hetta burdu vit kunna gjørt betri, søgdu teir. Og tað var byrjanin til telefonina Iphone.
Tá Steve Jobs stóð á pallinum í 2007, byrjaði hann við at siga, at í dag hava vit ikki eitt, men trý nýggj tól, sum vit vilja vísa - nummar eitt er ein Ipod við stórum skermi, nummar tvey er ein fartelefon, og nummar trý er ein telda. Síðani spurdi hann áskoðarirnir "Skilja tit, at hetta er alt eitt og sama tól?"
Ipohne hevði sæð dagsins ljós, og fartelefonir skuldu ongantíð verða tær somu aftur.
Í 2009 gjørdist Steve Jobs aftur sjúkur, og livurin varð skift út við eina nýggja frá einum donori. Hann kom tó fyri seg aftur, og hóast hann var nógv klænkaður og sá sjúkur út, var hann aftur á pallinum í 2010 fyri at vísa tað nýggjasta Apple tólið - nevnliga Ipad.
Aftur hevði Apple kollvelt telduheimin, og hóast at nógv vóru kritisk móti peikitelduni, seldi hon væl.
Steve Jobs gjørdist tó alt sjúkari, og í august í 2011 legði hann frá sær sum stjóri í Apple. Góðar seks vikur seinni andaðist hann, og tað síðsta hann skal hava sagt er "Oh wow. Oh wow. Oh wow". Spurningurin er, hvat Steve Jobs sá tá.
***
"People don’t know what they want until you show it to them.”
Steve Jobs