Vísindasiðseminevndin hevur givið týska barnalæknanum Ulrike Steuerwald loyvi at fara undir gengransking í Føroyum.
Nevndin hevur á fundi 11. juni 2001 viðgjørt umsóknina frá Ulrike Steuerwald, sum er dagfest 19. apríl í ár, um loyvi til granskingarætlan. Endamálið er at finna møguligt genetiskt brek í orkuverkinum í kyknunum (mitokondriunum) hjá børnum.
Nevndin hevur samtykt at ganga umsóknini á møti eftir at hava fingið neyðugu upplýsingarnar í málinum.
Av tí at lóg um gengransking í Føroyum er í umbúna, hevur nevndin gjørt Almanna- og Heilsumálastýrinum vart við góðkenningina.










