Steso við iPhone 5 sjónbandi

Steso hava aftur latið úr hondum eitt nýtt sjónbandalag, men hesaferð er talan um eina sindur øðrvísi framleiðslu. Talan er um dreymakenda lagið “Nærri at tær”.


Jenný Kragesteen var eitt óskrivað blað á føroyska tónleikapallinum, áðrenn hon sang á “Nærri at tær”. Men gávurnar hjá Jenny Kragesteen eru tó ikki bara avmarkaðar til sang, tí tað er nevniliga hon, ið hevur leikstjørnað, tikið upp og redigerað sjónbandið.


Upptøkurnar fóru fram í Keypmannahavn, har tað eydnaðist Jenný at lokka tríggjar dugnaligar vinkonur - Mariu Krossteig Hansen, Onnu Helenu Ejdesgaard og Elsu Onnu Mohr – at hoppa, dansa og mussa á sjónbandinum.


Alt er upptikið við einari iPhone 5 og redigerað við iMovie... á einari gamlari Mac teldu við brotnum skermi.


Til ber at síggja sjónbandalagið við at trýsta á myndina.