Steso framúr ummæli í Pólandi

Føroysku bólkurin Steso verður bókstaviliga róstur upp um skýggja í Pólandi. Steso verður samanborið við bæði himmalin og einglar.

Føroysku bólkurin Steso verður bókstaviliga róstur upp um skýggja í Pólandi. Steso verður samanborið við bæði himmalin og einglar.

 

Les brot úr ummælinum her:

 

»Tað vísir seg, at Sigur Rós ikki eru teir einastu einglarnir úr norðuri. Her hugsi eg ikki bara um tað føroyska málið, sum verður sungið eins og av einglum. Serliga er tað samanrenningin av ótrúligu røddunum hjá Hergeir og Ásu.


Steso hava nakað heilt serligt. Tónleikurin er reinur og friðsælur, men samstundis ófatiliga sterkur. Tónleikurin hevur okkurt, sum er óhoyrt, originalt og rørandi. Sum lurtari verða vit lyft yvir jørðina. Mystikkurin, melakoli’in, tað himmalska ljóði, klimaksini, eksplosiónirnar av guitarum og elektronikki taka teg fullkomuliga á bóli.


Teirra debut útgáva “Proper Fucked” bíður okkum vælkomnan til ein heim við meistarligum tónleiki. Teirra kompositiónir eru ekstremt kenslubornar. Tú situr eftir við eini kenslu av longsluli, men samstundis eisini við kensluni av sjarmerandi vakurleika. Tónleikararnir vísa klassa og eginleikar til at ávirka og fanga hjartað. Hetta er honning fyri oyru, hjarta og sál. Hendan útgávan kann avgjørt viðmælast.«
 

Kelda: http://www.muzykaislandzka.pl/web/2014/08/06/steso-proper-fucked/